Navigation: Heim

 

Føroya Tele - Datatøkni


 


Á hesari síðu kanst tú:
 

  • Máta ferðina á tínum internetsambandi. Vit hava 2 ymiskar ferðmátarar
  • Stovna ókeypis teldupost adressu.
  • Leita á ripe, Internic og Looking Glass
  • Fylgja við í hvat fleiri útlendsk tíðarrit skriva um Internet, teknik, teldur, telduspøl, trygd o.m.a.
  • Fáa vegleiðing til uppsetan av breiðbandi ella uppringdum sambandi
  • Fáa vegleiðing til uppsetan av telduposti
  • Síggja seinastu hagtøl á vevmátingarlistanum


 

 

ipv6 ready ipv6 test

Internethjálpin 

Tørvar tær hjálp? Internethjálpin kann hjálpa tær við internet trupulleikum m.a. við íbindingum, uppsetan av beinara og uppsetan av telduposti. 

Internethjálpin svarar millum klokkan 8 og 18 mánadag til fríggjadag.

Ring til Internethjálpina á telefon 90 21 21.

Tað kostar 5 krónur at ringja til internethjálpina, og síðan 5 krónur fyri hvønn minutt.

Tú kanst eisini hyggja á supportsíðurnar, áðrenn tú ringir til internethjálpina. Tað er ókeypis. Trýst her
 

Flags og Datanøgd

Tá tú FLAGSar við fartelefonini á internetinum er rættuliga ymiskt, hvussu nógv data tú nýtir. Ein teldupostur, sum bara inniheldur tekst, nýtist ikki at fylla meir enn uml. 2 KB.  Men ofta er hann eitt sindur størri, alt eftir formati og innihaldi, so sum viðfestar myndir og fílur.

Fyri eitt MB (1024KB) kanst tú vitja umleið 30 standard heimasíður, ið eru gjørdar serstakt til at verða vitjaðar á fartelefonum, lesa 3.000 teldupostar (bert við teksti), ella spæla umleið 1,5 minuttir av tónleiki í MP3 formati.

Dømi:

Teldupostur (bert tekstur) 5-10 KB

Teldupostur við lítlari mynd 10-20 KB

WAP heimasíða 10-40 KB

Niðurtøka av einum polyfoniskum ringitóna 10-20 KB

Niðurtøka av einari skíggjamynd 10-20 KB

Niðurtøka av Truetone 150-250 KB

GG: Øll hesi tøl eru vegleiðandi og eru tikin frá heimasíðuni hjá TDC